Mikukvøldið 17. novembur kl. 19.00 í Føroyahúsinum.
Kom avstað, hetta verður eitt sera áhugavert og festligt kvøld.
Kennir tú tað, tá vínið ikki reiðuliga hóskar til føroyska matin?
Hvørji sløg av víni skal ein borðreiða við til ymisku føroysku rættirnar? Er frægast at halda seg til ølið ella til snapsin?
Nú skipar Kvinnufelagið fyri vïnsmakking, har vín verður parað við føroyskum viðskera.
VinLars, ið hevur starvast í vínvinnuni í 30 ár, fer hetta kvøldið at greiða frá um vín í høvuðsheitum, og leiður okkum ígjøgnum vínini, vit smakka hetta kvøldið.
Vit royna umleið seks ymisk sløg av víni, bæði viðstfrøðilig-, nattúru- og vanlig vín.
Dyrnar lata upp kl 18:30. Øll eru vælkomin.
Tiltakið kostar 249,- fyri limir. Ikki limur gjalda 295,-
Freistin at teknað seg til tiltakið er 10. novembur.
Til ber at teknað seg her: valborgrasmussen@gmail.com
Sí Sydhavnens Vinbar & Vinbutik fyri meir kunning um fyritøkuna hjá Lars Møller Jensen.
Kvinnufelagið í Keypmannahavn